Um UNR

Ungdómsins Norðurlandaráð er eitt forum fyri politisku ungmannafeløgini í Norðurlondum. Her kunnu ung, ið eru politisk aktiv, koma við hugskotum, visjónum og verða við at seta ynski frá ungdóminum á dagskránna í norðurlendskum samstarvi.

Síðan Norðurlandaráðið frá stovnað í 1952, hava ungir politikkarar fylgt arbeiðinum við stórum áhugað. Í byrjanini helt Ungdómsins Norðurlandaráð eitt árligt seminar. Í 1971 var fyrsta seta í UNR og í 2002 tók UNR seg saman í ein sjálvstøðugan felagskap.

Unga norðurlendska røddin

Ungdómsins Norðurlandaráð sær seg ikki sum eitt viðfesti í norðurlendska samstarvinum, men heldur ein umráðandi part av tí.

UNR setur dagskránna við umráðandi spurningum og evnum, ið røra seg millum ung í Norðurlondum. UNR arbeiður fyri, at ung skulu hava lættari atgongd til útbúgving og arbeiði í norðurlendsku londunum. UNR arbeiður fyri betringum av útbúgvingar- og arbeiðskráum, sum Nordjobb og Nordplus og fyri einum felags norðurlendskum lestrarkortið, sum gevur atgongd til lestraravsláttur í øllum norðurlondum.

Men UNR arbeiður ikki bara við spurningum, ið hava við ung at gera. UNR hevur til dømis í fleiri ár arbeitt við at styrkja norðurlendska samstarvið á umhvørvis- og klimaøkinum. UNR hevur viðgjørt fleiri uppskot, ið leggja vekt á javnstøðu millum kynini. Harafturat hevur UNR eisini víst á, hvussu umráðandi tað er, at norðurlendsku public-service sjónvarpsstøðirnar eru atkomuligar í øllum Norðurlondum.

Ein felagskapur við meiningum

UNR leggur sjálvsagt serligan dent á konkretar trupulleikar fyri ung í norðurlondum, men tað er umráðandi at UNR ikki er ein áhugafelagskapur. UNR er eitt politiskt forum, sum ikki neyðturviliga tekur einmæltar avgerðir. Hetta hevur við sær, at útalilsini frá UNR av og á eru kontroversiell.

Hetta er ein styrki fyri UNR í og við, at tað hjálpur at halda felagsskapin livandi og spennandi og tað leiður til øktar møguleikar hjá UNR at skapa kjak millum norðurlendskar politikarar.

Til dømis hevur UNR fleiri ferðir viðtikið uppskot um rættindi hjá samskyndum, og hevur UNR funnist at Føroyum, fyri ikki at tryggja hesi rættindi. Í 2006 viðtók UNR eitt uppskot um at taka uppaftur kommersiella, burðardygga hvalaveiðu.

Mál á dagskránna

UNR hevur ofta víst á, at tað er ein trupulleiki, at ung í Norðurlondum skilja hvør onnur verri og verri. Tí vil UNR, at undirvísingin í norðurlendskum máli verður styrkt.

UNR er millum tey, ið verða merkt av hesum trupulleikanum. Tað skapar trupulleikar í einum felagsskapi, har øll skulu kunna luttaka og geva íkast á jøvnum føti. UNR hevur ikki nóg góðar møguleikar at hava tolkar og umseting, og tí hevur tað verið neyðugt í formansskapinum í UNR at gera enskt til eitt arbeiðsmál, afturat teimum norðurlendsku málunum.

Ungdómsins Norðurlandaráð verður hoyrt

UNR vísur fyrst og fremst síni sjónarmið fram fyri politikararnar í Norðurlandaráðnum. Formansskapurin luttekur til nevndarfundirnir í Norðurlandaráðnum. Forsetin í UNR hevur orðið til árligu tingsetuna hjá Norðurlandaráðnum.

Sjónarmiðini hjá UNR fáa pláss í Norðurlandaráðnum og kunnu verða við at skapa kjak millum politiskt aktivar ungdómar í Norðurlondum.

 

Ungdómsins Norðurlandaráð verður stuðlað av:

NORD_BUK_GB_WEB