Norðurlandaráðið

Uppskot, sum UNR kemur við, verður givin víðari til Norðurlandaráðið. Formansskapurin í UNR er við til fundir hjá limafeløgum í Norðurlandaráðnum, og forsetin í UNR hevur orðið til árligu tingsetuna. Sjónarmiðini hjá UNR verða hoyrd í Norðurlandaráðnum og kunnu verða við at skapa kjak millum norðurlendskan ungdóm. Soleiðis kann UNR ávirka uppskotini í Norðurlandaráðnum og somuleiðis norðurlendskan politikk. UNR arbeiður fyri sambandi og samarbeiði millum norðurlendskan ungdóm.

UNR sæst sum ein endurkasting av Norðurlandaráðnum. Við at luttaka til fundir hjá bæðið UNR og Norðurlandaráðnum, kunnu ung læra hvussu politiskt arbeiði gongur fyri seg, men UNR e rikki bara fyri tey, ið ynskja at gerast politikarar; royndirnar kunnu brúkast innan fleiri ymiskar yrkisleiðir.

Nógv ung hava eru av tí fatan, at politikkur ikki hevur nakað við teirra áhugamál at gera, ella at politikku rikki er um evni, sum koma teimum við. Men politikkur er jú eitt breitt øki. Alt, sum vit gera í gerandisdegnum, hevur við politikk at gera.

UNR kann loyva sær at kjakast um meira kontroversiell evni og taka sterkari støður, enn Norðurlandaráðið kann. Til dømis hevur UNR úttalað seg um støðuna í Hvítarusslandi og sligið fast, at tey norðurlendsku londini skulu forsprákarum fyri fólkaræði.